Navigatión:
Home
» 3 ára HH
3 ára HH
3 ára HH er ein nýggjur møguleiki hjá teimum, sum ætla at taka eina gymnasiala útbúgving. Á henda hátt fær næmingurin eina samanhangandi 3 ára handilsgymnasiala útbúgving. Fyri at verða tikin upp á 3 ára HH krevst, at tú hevur lokið 9. flokk (ella samsvarandi kunnleikastøði).
Undirvísingin á HH gevur tær eitt breitt innlit í samfelags- og vinnulívsviðurskifti, samstundis sum úrbúgvingin er almennandi. Tú fært sostatt førleikar, sum bæði kunnu brúkast, um tú ætlar tær at fáa starv ella lærupláss í privatari ella almennari vinnu, ella tú ætlar tær undir hægri framhaldslestur.