Breytir

Á Akademiútbúgvingini eru møguligt at velja ymiskar breytir. Á Føroya Handilsskúla bjóða vit hesar breytir:

Altjóða handil og marknaðarførsla

AÚ í Altjóða Handli og Marknaðarførslu er rætta móti størvum innan sølu og marknaðarførslu. Undirvísingin tekur støði í tørvinum hjá virkjum við, á ein skipaðan hátt, at fylgja við í, hvat hendur á marknaðinum og at seta ferð á eftirspurningin. Tú lærir í útbúgvingini m.a. um handil og marknaðarførslu á heima¬marknaðinum og á globala marknaðinum. Og tú lærir um, hvussu virkið best skapar møguleikar fyri sølu av vørum og tænastum til kundar á business-to-business ella á business-to-consumer marknaðinum.

Leiðsla

AÚ í Leiðslu er rætta ímóti verandi og komandi leiðarum á ymiskum stigum. Eisini størvum, har eitt nú verkætlanarleiðsla og leiðsla av bólkum inngongur. Útbúgvingin gevur tær vitan um ymisk leiðsluamboð. Somuleiðis lærir tú, hvussu tú kann nýta tína vitan innan leiðslu, samstarv og samskifti.

Búskapur og Tilfeingi

AÚ í Búskapi og Tilfeingi er rætta ímóti størvum innan búskap og logistikk. Í undirvísingini fær tú m.a. vitan um, hvussu tilfeingið í virkinum kann lagast til virksemið. Tú ognar tær eisini vitan um tey viðurskifti, sum tað er neyðugt hjá virkjum at hava atlit til við øktari golabalisering og handil millum virkir uttanlands, og krøvini hetta setur til búskapar- og tilfeingisstýringina í virkinum.

Altjóða flutningur og logistikkur

AÚ breytin Altjóða flutningur og logistikkur er til tín, sum ynskir førleikar at loysa logstiskar uppgávur og uppgávur, ið knýta seg til flutning – í privatum og almennum virkjum. Um tú somuleiðis ynskir at greina sambandi millim sølu, goymslu og innkeyp, er AÚ innan Altjóða flutning rætta valið. Tú lærir á útbúgvingini eisini um ymsikir flutningformar, flutningsdokumentir og flutningsavtalur. Tú fær sostatt vitan um samlaðu veitingarketuna frá framleiðslu til nýtslu.

Kalendari

« Februar 2012 »
30
31
1
2
3
4
5
6
7
8
9
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
1
2
3
4

Tíðindi

Nú er møguleiki fyri at søkja starv sum deildarstjóri ...
Verkætlan hjá HH'arum
30/01 2012, 14:08
23-27 feb. arbeiddu HH-næmingarnir við eini kt-verkætlan. ...
9. floks vitjanir
26/01 2012, 09:51
Hvørt ár hava Handilsskúlin og Studentaskúlin á Kambsdali ...