FHS

(Fyrisiting, Handil og Skrivstova)

FHS er ein útbúgving, ið tekur eitt ár. Fyri at verða tikin upp á FHS-útbúgvingina krevst, at tú hevur lokið 9. flokk (ella hev­ur samsvarandi kunnleikastøði).

FHS er ein støðisútbúgving, sum skal geva tær eina grundleggjandi vitan, sum kann nýtast, um tú fert undir eina 3 ára skrivstovu- ella handilsútbúgving.

FHS-prógv er eisini ein fortreyt fyri at fara undir eina 2 ára HH-útbúgving. Um tú ætlar at halda fram á HH, so er tað eitt krav, at tú hevur staðið støddfrøði á C-stigi ella 2. fremmandamál (t.d. týskt) á C-stigi á FHS. 

Tað er ikki krav, at tú alt fyri eitt heldur fram í HH eftir FHS-støðisárið. Næmingar hava viðhvørt ein steðg í eitt (ella nøkur ár) fyri at vinna pening, ferðast, búnast ella okkurt annað.

Lóg og kunngerð fyri FHS-útbúgvingina

Kalendari

« Februar 2012 »
30
31
1
2
3
4
5
6
7
8
9
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
1
2
3
4

Tíðindi

Nú er møguleiki fyri at søkja starv sum deildarstjóri ...
Verkætlan hjá HH'arum
30/01 2012, 14:08
23-27 feb. arbeiddu HH-næmingarnir við eini kt-verkætlan. ...
9. floks vitjanir
26/01 2012, 09:51
Hvørt ár hava Handilsskúlin og Studentaskúlin á Kambsdali ...