Fjarlestur

Í 2004 byrjaði Føroya Handilsskúli at bjóða út FHS sum fjarlestur. Endamálið var at royna nýggjar undirvísingarhættir og samstundis at vera við í fremstu røð, tá um útbúgvingartilboð ræður. Skúlin metir tað hava týdning, at vit skulu vera før fyri at veita føroyingum útbúgving við fjarlestri, og at fjarlestrarmøguleikarnir skulu mennast framyvir. Í fjør var so avgjørt at víðka um møguleikarnar við at bjóða HH sum fjarlestur eisini.

Við tilboðnum kann skúlin bjóða øllum føroyingum eina fjøltáttaða miðnámsútbúgving. FHS-útbúgvingin er grundarlagið undir eini 2 ára handilsgymnasialari útbúgving, og er somuleiðis ástøðiligur partur av handils-ella skrivstovulæru. Tvs. at eftir eitt lokið FHS prógv kanst tú fara í læru, fara víðari á HH ella steðga á og framvegis hava eina førleikagevandi útbúgving. 

HH er ein 2 ára handilsgymnasial útbúgving. Tú skalt hava lokið FHS-prógv fyri at verða tikin upp á HH. Frálæran í HH gevur tær eitt breitt innlit í samfelags- og vinnuviðurskifti, samstundis um útbúgvingin er almennandi.

Um fjarlesturin

Í løtuni bjóðar Handilsskúlin á Kambsdali FHS- og -HH-útbúgvingina sum fjarlestur.


Fjarlesturin verður fyriskipaður sum stakgreinalestur, tvs. at allir næmingar skulu til próvtøku í øllum lærugreinum. Hetta gevur møguleikar fyr at tillaga samlaða útbúgvingarskeiðið og valið av lærugreinum hjá hvørjum einstøkum eftir tørvi.

Kalendari

« Mai 2012 »
30
1
2
3
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
18
19
20
21
22
23
24
25
26
29
30
31
1
2
3

Tíðindi

Mikudagin 9. mai var skipað fyri ymiskum kappingum ...
Nýggi stjórin er Hjalmar Hansen, sum er 44 ára gamal ...
Í síðstu viku vóru 5 næmingar og 1 lærari úr innovatiónsflokkinum ...