Akademiútbúgving
Ein liðilig útbúgving á høgum stigi
Akademiútbúgvignin – stytt AÚ – er til rætta til tín, sum hevur fulltíðarstarv
og fegin vil hava eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin er liðilig og kann
tískil lagast til títt starv, tíni ynskir og tín tørv. Útbúgvingin er skipa sum
parttíðarlestur, har til ber at taka eina samlaða útbúgving ella at taka støk
modulir. Tú kann velja ávísa breyt við fleiri valmøguleikum innan breytina.
Ella tú kann velja at seta útbúgv-ingina saman av modulum, ið hava júst tín
áhuga. Bjóða vit ikki tær lærugreinir, sum tú hevur tørv á, ber til at
taka lærugreinir á fjarlestri, sí www.netau.dk
Hvørt modul ella lærugrein á útbúgvingi telur 10 ECTS
Merkonom...
Tekur tú fýra lærugreinir hevur tú merkonomútbúgving. Um tú tekur eitt modul hvørja lestrarhálvu, er útbúgvingin lokin eftir 2 ár.
..ella Akademiútbúgving?
Tekur
tú síðani sergrein og endaliga verkætlan, hevur tú Akademiútbúgving. Um tú
tekur eitt modul hvørja lestrarhálvu, er samlaða útbúgvingin lokin eftir 3
árum.
Valmøguleikar
Velur tú at taka alla Akademiútbúgvingina, eru ymiskar breytir at velja ímillum. Á Føroya Handilsskúla er í løtuni møguligt at taka læru-greinir innan breytirnar: ”Altjóða Handil og Marknaðarførsla”, ”Búskapur og Tilfeingi” og ”Leiðslu”.