Navigatión:
Home
» Kantina
Kantina
Á Handilsskúlanum á Kambsdali er kantina, ið hevur morgunmat, heitan døgurða umframt vanligar mat- og drekkivørur. Umstøðurnar kring kantinuna eru sera góðar, og er kantinan ein sera týdningarmikil partur trivnaðinum á skúlanum.
Til serlig høvi ber til at leiga kantinuna og bíleggja mat.
Í Søldafirði er eisini møguleiki at bíleggja døgurða. Harumframt eru mikrovnar og ketlar í kantinuni, sum næmingarnir kunnu brúka. Eisini er automat við kaffi, kakao, mikroovnsrættum, góðgæti v.m.