Lærugreinir

 

Grund-, val-,  økislærugreinir og evnisskeið

Á FHS eru grundlærugreinirnar 910 tímar um árið. Tú skalt harafturat velja vallærugreinir og/ella økislærugreinir, so at árliga tímatalið hjá tær verður umleið 1.200 tímar. Hetta er um 34 tímar um vikuna.

Fleiri av lærugreinunum kennir tú frá fólkaskúlanum so sum føroyskt, enskt, týskt og støddfrøði. Tó eru lærugreinirnar á einum hægri støði enn í fólka­skúlanum. Aðrar lærugreinir  kennir tú kanska ikki, t.d. virkisbúskap og marknaðarførslu.

Í virkisbúskapi lærir tú um grundleggjandi virkisbúskaparlig hugtøk, mannagongdir og arbeiðshættir innan bókhald; t.d. at gera bókingar, at seta einfaldar roknskapir upp og at greina roknskap­ir og an­nað.

Í marknaðarførslu fært tú grundleggjandi kunnleika til marknaðarviðurskifti og sam­spælið millum fyritøku og brúkara. Lært verður um brúkaraviðurskifti, kappingar­viðurskifti, málbólkar, marknaðarførslu, marknaðarkanningar, lógg­ávu og sølu-, og goymslustýring. 

Á FHS er eisini møguleiki at velja vallærugreinir (uml. 290 tímar): Vallærugreinirnar eru Týskt, Spanskt, Støddfrøði, Dekoratión og Íverksetan.

Visuel marknaðarførsla og Íverksetan eru lærugreinir, har næmingurin m.a. fær høvi at royna síni kreativu evni. Í Visuellari marknaðarføring er m.a. uppseting av handilsvindeyga og litlæra á skránni. Í Íverksetan verður m.a. arbeitt við at menna eitt vøruhugskot og tilrættaleggja framleiðslu, fíggjarætlan og marknaðarføring av hugskotinum.

Tímayvirlit:

Lærugreinir

Tímar

Grundlærugreinir

 

Føroyskt C

140

Enskt C

140

Virkisbúskapur C

140

Kunningar- og samskiftistøkni C

140

Samfelagslæra/Fiskivinna C

210

Marknaðarførsla C

140

Vallærugreinir

 

Týskt C/D

140

Spanskt E

140

Støddfrøði D

140

Støddfrøði C

175

Visuel marknaðarførsla C

140

Íverksetan
 
140



Økislærugreinir
Umframt grundlærugreinir og vallærugreinir kanst tú velja at hava økislær­u­greinir. Økislærugreinir eru lærugreinir, sum skulu rúmka um og samanbinda grundlærugrein­irnar. Økislærugreinirnar eru 35 ella 70 pultstímar um árið. Dømi um økislærugrein­ir eru: Grafisk framløga, Sálarfrøði og tænasta, SIMU og Ferðavinna.

Evnisskeið
Ein partur av undirvísingini á FHS er fasta evnisskeiðið. Næmingarnir skulu loysa eina ítøkiliga uppgávu, sum er tvørfaklig. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir duga at sam­starva. Eitt skrivligt avrik verður latið inn.

Kalendari

« Mai 2012 »
30
1
2
3
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
18
19
20
21
22
23
24
25
26
29
30
31
1
2
3

Tíðindi

Mikudagin 9. mai var skipað fyri ymiskum kappingum ...
Nýggi stjórin er Hjalmar Hansen, sum er 44 ára gamal ...
Í síðstu viku vóru 5 næmingar og 1 lærari úr innovatiónsflokkinum ...