Møguleikar aftaná FHS

Hvat kann eg brúka FHS til?

Við einum FHS-prógvi kanst tú

  • lesa víðari á Hægri Handilsskúla
  • fara í læru á skrivstovu ella handli
  • fara í arbeiði

Lærusáttmáli
Um tú eftir støðisárið hevur valt eitt yrki og ynskir at fara í læru, verður skrivligur lærusáttmáli gjørdur millum teg og virkið. Lærutíðin er 3 ár.

Skúlagongdin hesi 3 árini fevnir um nøkur skeið á handilsskúla í Føroyum ella í Danmark.

Lærlingar við fullari miðnámsútbúgving ganga á kvøldskúla til nakrar ávísar lærugreinir. Lærutíðin hjá teimum er 2 ár og 18 vikur.

Tú kanst velja millum ymisk yrki so sum á skrivstovu, í smásølu, í heilsølu ella hjá dekoratøri.

Skrivstovuyrki hevur m.a. hesar møguleikar:
Skrivstovuútbúgving, sum heild við denti á brævskriving, við denti á roknskaparhald, við denti á ferðavinnu, trygging, peningastovnar, kommunu- ella skipsmeklara-virksemi, sum læknaskrivari, advokatskrivari o.a.

Innan smásølu eru m.a. hesir møguleikar:
Bilar og billutir, bøkur og pappír, klædnavøruhandil, blómuhandil, kolonial, el-handil, fotohandil, gávuhandil, glas og postalín, gull og silvur, ísinkram, køksútgerð, leikur, tónleikaútgerð, innbúgv, radio- og sjónvarps-tól, skógvar, sjúkravørur, tapet og litir, tubbak, amboð, teppihandil, bundnavørur o.a.

Heilsøla
Innan heilsølu eru teir møguleikar, sum nevndir eru undir smásølu. Umframt hesar kunnu nevnast:

Besløg, sukurvørur, súkklur, grønmeti, ymiskar drykkjuvørur, fóðurevni, kunsttøð, landbúnaðartól, maskinur og amboð, rør og sanitet, bygningslutir o.s.fr.

Dekoratión
Prýða handlar, seta litir saman, ljós- og litsamanseting, gera lýsingar og skeltiskriving. Ráðgeva handlum at prýða vindeygu.

Kalendari

« Februar 2012 »
30
31
1
2
3
4
5
6
7
8
9
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
1
2
3
4

Tíðindi

Nú er møguleiki fyri at søkja starv sum deildarstjóri ...
Verkætlan hjá HH'arum
30/01 2012, 14:08
23-27 feb. arbeiddu HH-næmingarnir við eini kt-verkætlan. ...
9. floks vitjanir
26/01 2012, 09:51
Hvørt ár hava Handilsskúlin og Studentaskúlin á Kambsdali ...