Hægri handilsútbúgving er ein almenn útbúgving, sum serliga miðar ímóti vinnulívinum. Hetta ber í sær, at flestu næmingarnir eftir lokið prógv antin fara beinleiðis í vinnulívið ella halda fram við lestri, sum hevur tilknýti til vinnulívið.
Tað almenna tilfarið í lærugreinunum hevur tó so stóra tyngd, at ein næmingur við HH-prógvi á ongan hátt er læstur fastur til eina serútbúgving, ið bert miðar ímóti vinnulívinum. Hann kann tí eisini velja framhaldandi lestur á hástigi so at siga á øllum týðandi útbúgvingarøkjum.
Sum dømi um allar teir møguleikar fyri framhaldslestri, sum ein HH-ari hevur, hava vit gjørt hetta yvirlit. Gjørt verður vart við, at hetta mest eru lestrarmøguleikar í Danmark, og at yvirlitið ikki er fullfíggjað:

Handilsháskúli, Universitet o.t, Peningastovnur, Grannskoðari, Løgfrøði (cand. jur.), Trygging, HA, Búskap (cand. oecon.), Grannskoðan, Cand. merc., Mál/søga(cand. mag.), Skrivstova, HD, Samfelagsfrøði, Handil, Cand. linc. merc., Sálarfrøði, Marknaðarførsla, BA í vinnumálum, Ferðavinna, ED og EA, Læknaskrivara, Cand. merc. aud., Datamatikara, Cand. merc. jur.
Tú kanst eisini lesa til