Myndir 2010-11
Hósdagin 19. aug var danski forsætisráðharrin á vitjan á miðnámsskúlunum á Kambsdali. Fyrst tók Páll Isholm, deildarstjóri ímóti á Handilsskúlanum og vísti forsætisráðharrahjúnunum niðan í auluna, har næmingarnir sótu klárir at taka ímóti. Eftir at Sámal í Skoruni hevði boðin vælkomin spældu næmingarnir eitt lag. Siðani vóru spurningar og kjak millum Lars Løkke Rasmussen og miðnámsskúlanæmingarnar á Kambsdali. M.a. Stjórnarskipanaruppskotið og ES-limakskapum vórðu umrødd og eisini spurdu næmingarnir um hvønn hugburð Løkke hevði til m.a. grindadráp og makrelstríðið og føroyskan OL-limaskap.
Klikk á myndirnar niðanfyri fyri størri mynd.