Myndir 2010-11
Fríggjadagin 20. aug. høvdu næmingarnir í Søldarfirði ein samansjóingardag. Dagurin byrjaði við felags upphiting í fimleikahøllini, har Sofia dansaði Zumba við næmingunum. Síðani varð farið útum til ymisar kappingar, sum næmingarnir høvdu fyrireikað. M.a var togtogan, málskjóting, balansuspæl, stólaspæl v.m. Um middagsleitið var grilling á skránni, og aftaná var spurnarkapping millum flokkarnar. Steyp varð latið vinnaranum av spurnarkappingini, sum bleiv F1, og vinnarunum av teimum ymsu kappingunum, og her vann F2 sannførandi. "Bet You Are William" rundaði dagin av við eini fínari konsert í fimleikahøllini. Ein sera góður, hugnaligur og stuttligur dagur.
Klikk á myndirnar niðanfyri fyri størri mynd.