Myndir 2010-11
Veðurlagsdagur á Kambsdali
Føroya Handilsskúla á Kambsdali setti hósdagin 11. nov. ljóskastarin á veðurlagsspurningin í smb. við, at tað var Norðurlendskur veðurlagsdagur.
Dagurin byrjaði við at Annika Olsen landsstýriskvinna setti dagin. Síðani varð farið í seks verkstovur. Verkstovurnar, ið næmingarnir valdu seg inn á, vóru um landspolitikk og veðurlag sum Annika Olsen stóð fyri, Kári Thomsen frá Agenda 21 skrivstovuni hjá Føroya Kommunufelag luttók í verkstovu um kommunala partin, Hákun Djurhuus stjóri í SEV og Johnni Poulsen varastjóri í Magn høvdu hvør sína verkstovu, og Kári Mortensen frá Jarðfeingi og Ingvard Fjallstein umhvørvisleiðari á IRF luttaka somuleiðis í hvør sínari verkstovu.
Klikk á myndirnar niðanfyri fyri størri mynd.