Myndir 2010-11
Fríggjadagin 5. nov. vóru allir FHS'arar í Havn. Fyrst varð farið í Bank Nordic, har greitt varð frá um partabrævamarknaðin, og hvussu tað er at vera næmingur í Bank Nordic. Aftaná gekk leiðin í Listaskálan, har Oggi Lamhauge greiddi frá um listaverk og Listaskálan. Dagurin endaði við, at farið varð til leikin "Kirsuberjagarðurin" á Tjóðpalli Føroya. Ein fínur dagur, har næingarnir fingu innlit í nógv ymsikt, og serliga var sjónleikurin sera góður og stuttligur.
Klikk á myndirnar niðanfyri fyri størri mynd.