Próvtøka
Tey, ið taka fjarlestur skulu til próvtøku í øllum lærugreinum.
Próvtøkurnar í ymisku lærugreinunum verða fyriskipaðar samstundis og á sama hátt sum á FHS- og HH-útbúgvingini á dagskúlanum. Próvtøkurnar liggja vanliga í mai ella juni.
Fyri at standa útbúgvingina krevst 6 ella meira í hvørjari einstakari lærugrein.