Í morgun verða næmingar á fyrsta sinni lidnir við 3 ára HH útbúgvingina á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.
Beinta Svensson bleiv fyrsti 3 ára HH næmingur, sum fekk húgvuna á høvdið í morgun. Tað fekk hon eftir at hava verið uppi til munnliga próvtøku í Altjóða búskapi.
Fyri trimum árum síðan fór Handilsskúlin á Kambsdali undir 3 ára HH útbúgvingina. Endamálið var at geva næmingunum eina meira samanhangandi gymanasila útbúgving og harvið í enn størri mun fyrireika teir til víðari lestur. Útbúgving hevur hepnast væl og fær alsamt størri undirtøku. Higartil hevur bert ein flokkur verið á hvørjum árgangi, men eftir summafrítíðina byrja á fyrsta sinni tveir nýggir flokkar á hesi útbúgving.
Handilsskúlin bjóðar umframt 3 ára HH eisini vanligu FHS og 2 ára HH útbúgvingarnar.