Um okkum

Um skúlan

Á skúlanum ganga um samanlagt um 300 næmingar. 250 eru knýttir at dagskúlanum, sum umfatar FHS og HH útbúgvingarnar, 50 næmingar eru knýttir at fjarlestrinum, sum skúlin skipar fyri, og einir 30 eru knýttir at merkonom- og akademilærugreinum. Samanlagt eru um 30 lærarar knýttir at skúlanum.

Skúlin er partur av Føroya Handilsskúla og høvuðsvirksemið fevnir um útbúgvingarnar FHS, sum er ein 1 ára grundútbúgving og HH, sum er ein eitt, tvey ella trý ára gymnasialútbúgving, ið gevur førleika til víðari lestur á t.d. handilsháskúlum og universitetum á jøvnum føti við eitt nú student, HF og HT.

Útbúgvingarnar eru umframt at vera almennandi eisini fakligur partur av fyrireikingini til starv ella lærupláss í handli ella á skrivstovu innan privata vinnu ella almenna fyrisiting. Í ár eru tíggju dagskúlaflokkar, 2 FHS flokkar og 8 HH flokkar.

Skúlin bjóðar eisini øllum at taka lut í fjarlestri og skeiðsvirksemi annars. Á fjarlestrinum verður m.a. undirvíst í stakgreinum innan FHS, HH og akademimerkonom.

Skeiðsvirksemi verður fyriskipað í tøttum samstarvið við Skeiðsdepilin.

Karmar um undirvísingina

Føroya Handilsskúli í Eysturoynni húsast í einum rímuliga nýggjum bygningi á Kambsdali. Føroya Handilsskúli á Kambsdali varð bygdur í 1989. Skúlin byrjaði í nýggjum bygningi 10. Jan 1990. Hølisumstøðurnar eru sera góðar og karmarnir hjá bæði næmingum og starvsfólki eru av besta slagi. Árni Winther arkitektar hava teknað skúlan.

Skúlaárið 2011-2012 eru tvær nýggjar skúlastovur tiknar í brúk, og hesar eru uppi í ítróttarhøllini á Kamsbdali. Í løtuni húsast tveir FHS-flokkar í ítróttarhøllini. 





























Føroya Handilsskúli á Kambsdali

Kalendari

« Februar 2012 »
30
31
1
2
3
4
5
6
7
8
9
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
1
2
3
4

Tíðindi

Nú er møguleiki fyri at søkja starv sum deildarstjóri ...
Verkætlan hjá HH'arum
30/01 2012, 14:08
23-27 feb. arbeiddu HH-næmingarnir við eini kt-verkætlan. ...
9. floks vitjanir
26/01 2012, 09:51
Hvørt ár hava Handilsskúlin og Studentaskúlin á Kambsdali ...