Navigatión:
Home
» Undirvísing á Akademiútbúgvingini
Undirvísing á Akademiútbúgvingini
Undirvísingin á Akademiútbúgvingini á Føroya Handilsskúla er vanliga eitt kvøld um vikuna fyri hvørja lærugrein. Vanliga verða 3-4 læru-greinir bodnar út hvørja lestrarhálvu. Hvørjir flokkar verða stovnaðir veldst um tilmeldingina. Undirvísingin byrjar í september og februar. Hvør lærugrein er 60 tímar og undirvíst verður tá 4 tímar um vikuna. Roknast kann við at arbeiðsbyrðan er áleið 8-12 tímar um vikuna, íroknað undirvísing, vegleiðing, heimaarbeiði og próvtøku.
Støði og vavi á AÚTú kann taka tey seks modulini í útbúgvingini uppá 3 ár. Tað er í vavi av útbúgvingini tað sama sum eitt ára fulltíðarlestur ella 60 ECTS smb. evropeisku stigmetingi fyri hægri útbúgvingar. Útbúgvingin er viðurkend sum ein útbúgving, ið telur 120 ECTS, harav telja vinnu-lívsroyndir 60 ECTS. Stigi fyri útbúgvingina er sostatt sama sum fyri styttri framhaldsútbúgvingar, ið vanliga taka 2 ára fulltíðarlestur.
Hvørt modul á útbúgvingini telur 10 ECTS. Talið av undirvísingartímun er vanliga 60 fyri hvørt modul. Tó eru sergrein og endalig verkætlan skipaðar øðrvísi, har er einamest talan um vegleiðing til tann einstaka. Tú kann rokna við at tað er neyðugt at nýta í miðal millum 8-12 tímar um vikuna til hvørt modul. Tá eru undirvísing, heimaarbeiði og próvtøka tald við.