Hvør kann byrja á FHS?
Øll sum eru liðug við fólkaskúlan, t.v.s.
9. ella 10. Flokk, kunna søkja inna á FHS. Av tí, at tað vanliga eru nógvir
umsøkjara til FHS, kunnu ikki allir umsøkjara rokna við at sleppa inn. Tey, sum
umframt at hava eitt miðalgott prógv úr folkaskúlanum, hava havt støddfrøði,
enskt og týskt á víðkaðum skeiði í framhaldsdeildini hava fyrimun.
Hvussu verður søkt?
Tá tú søkir, skalt tú fylla út eitt
umsóknarblað, ið fæst á øllum fólkaskúlum. Tað ber eisini til at taka
umsóknarblaðið niður av heimasíðu okkara. Annars ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Handilsskúlan og fáa umsóknarblaðið her. Eisini ert tú vælkomin inn
á gólvið, og fáa hjálp til at fylla umsóknarblaðið út.
Fleiri spurningar?
Um tú hevur spurningar annars í samband við upptøkuna, um útbúgvingarnar hjá okkum v.m., ert tú vælkomin at seta teg í samband við lestrarvegleiðingina, og fáa leiðbeining í lestrar- og persónligum spurningum.