Upptøka til fjarlestur

Hvør kann taka fjarlestur?

Miðnámsskúli til øll

Øll hava rætt til eina miðnámsútbúgving, men ikki øll hava møguleika fyri hesum. Við fjarlestrarmøguleikanum stendur møguleikin opin hjá øllum. Hetta kundi td. verið fólk sum búgva á útoyggj, sjófólk, heimagangandi, fólk sum bera brek osfr. Eisini er hetta ein góður møguleiki hjá handils- og skrivstovulærlingum at taka kravdu lærugreinarnar.

Førleikakrøv

Treytin fyri upptøku á FHS er eitt nøktandi 9. ella 10. floksprógv. Fyri at verða tikin upp á HH er treytin, at tú hevur eitt nøktandi FHS-prógv ella samsvarandi. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi starvsrondir og kunnleika til teld.


Hvør útgerð krevst?

Í fyrstu atløgu er neyðugt við eini teldu og rímiligum internetsambandi. Harumframt skal man hava forrit til tekstviðgerð, rokniark og framløguforrit - flestu lesandi brúka Office-pakkan.

Sjálvt samskifti millum lærara og lesandi fer fram við samskiftisforritinum "FirstClass". Forritið er ein post- og ráðstevnuskipan, og allir næmingar í fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum brúka skipanina. Forritið er ókeypis og kann takast niður á heimasíðuni hjá Nám.

Kalendari

« Februar 2012 »
30
31
1
2
3
4
5
6
7
8
9
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
1
2
3
4

Tíðindi

Nú er møguleiki fyri at søkja starv sum deildarstjóri ...
Verkætlan hjá HH'arum
30/01 2012, 14:08
23-27 feb. arbeiddu HH-næmingarnir við eini kt-verkætlan. ...
9. floks vitjanir
26/01 2012, 09:51
Hvørt ár hava Handilsskúlin og Studentaskúlin á Kambsdali ...