Visjón

Visjón

Føroya Handilsskúli á Kambsdali er skúlin, ið við fakligari dygd og nýhugsan í hásæti veitir viðkomandi og avbjóðandi vinnulívsrættaðar útbúgvingar, eftirútbúgvingar og skeið.
 
Missión
 
At hava ein dygdargóðan og nútíðarhóskandi miðnámsskúla og støðugt at víðka og betra um onnur viðkomandi tilboð, ið tann mun einstaki borgarin og samfelagið hava tørv á tí.
 
Virðisgrundarlag
 
Á Føroya Handilsskúla leggja vit serliga dent á:
 
Opinleika
 
- At hugburðurin hjá leiðslu, starvsfólki og næmingum er eyðkendur av opinleika, ið tryggjar eitt skilagott samskifti, ið skapar rúmd fyri nýggjum hugsanum og hugskotum og er fortreyt fyri skilagóðari menning.
 
Dygd
 
- At dygd er í øllum arbeiði, sum fer fram á skúlanum. Við støðugari sjálvrannsakan og menning av førleikum, umstøðum og útbúnaði
 
Virðing
 
- At starvsfólk og næmingar hava virðing fyri sínum samstarvsfeløgum og virksemi skúlans.
 
Framfýsni
 
- At skúlin sýnir framfýsni og er tilreiðar at royna nýggjar leiðir, ið kunnu betra um frálæruna og fakligu dygdina.


Kalendari

« Februar 2012 »
30
31
1
2
3
4
5
6
7
8
9
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
1
2
3
4

Tíðindi

Nú er møguleiki fyri at søkja starv sum deildarstjóri ...
Verkætlan hjá HH'arum
30/01 2012, 14:08
23-27 feb. arbeiddu HH-næmingarnir við eini kt-verkætlan. ...
9. floks vitjanir
26/01 2012, 09:51
Hvørt ár hava Handilsskúlin og Studentaskúlin á Kambsdali ...